Tryggingarvirksemi í altjóða høpi v.m.
Føroyski tryggingarmarknaðurin (lív og skaða) og tvørgangandi eftirlønargrunnar hevur als ikki verið opin fyri útlendskum fyritøkum, bæði hvat viðvíkur stovnseting av felagi og veitan av tænastum. Hetta varð lutvíst broytt við Hoyvíkssáttmálanum frá 30. august 2005 millum Føroya Landsstýri og Íslendsku stjórnina, ið setur á stovn eitt búskaparøki millum Ísland og Føroyar.
Hoyvíkssáttmálin fevnir eisin um tryggingar- og eftirlønarmarknaðin. Fyri at uppfylla Hoyvíkssáttmálan varð tryggingarlógini § 9, stk. 2 broytt við § 4 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, so at parta- ella ábyrgdarpeningur framyvir, umframt at verða føroyskur eisini kann verða íslendskur.
Ætlanin er at lata upp fyri tænastuveitingum um landamørk, men galdandi lóggáva higartil hevur ikki loyvt hvørki íslendskum ella øðrum útlendskum fyritøkum at veita tænastur á føroyska marknaðinum. Nýggj tryggingarlóg kom í gildi 1. sept. 2008, sum leggur upp til at Føroyar gera avtalur við onnur lond og ES/EBS um sínamillum viðurkenning av tryggingarfeløgum hjá hvørjum øðrum viðvíkjandi stovnsetan av deildum (filialum) og veitan av tryggingartænastum tvørturum landamørk.
Í løtuni er avtala gjørd við Ísland fyri deildir og tænastuveitingar og við Danmark fyri tænastuveitingar.