Uppskot til váttan um skrásettar ognir til hoyringar
Grannskoðaravirkið Spekt hevur gjørt Tryggingareftirlitið varugt við, at ISAE 3000, sum grannskoðanin skal fylgja í sambandi við váttan um skrásettar ognir, er dagførdur fyri nakað síðani, og at tað tískil er tørvur á dagføring av váttanini um skrásettar ognir.
Uppskot til dagføring váttanin er gjørt í samráð við Spekt og EY. Innihaldsliga eru ikki framdar broytingar viðvíkjandi arbeiðinum hjá grannskoðanini, men í váttanini skulu standa nakrir ávísir tekstir, til dømis um at grannskoðanin eru fevnir av krøvum um góðskutryggjan.
Váttanin frá danska Fíggjareftirlitinum inniheldur hesar tekstirnar. Føroyska og danska váttanin kunnu tó ikki samanberast viðvíkjandi innihaldinum annars, tí í Danmark skal grannskoðanin ikki vátta tað sama sum grannskoðanin í Føroyum.
Les meir her:
- Uppskot til váttanarskjal við sjónligum rættingum
- Uppskot til váttanarskjal til skaðatryggingarfeløg.docx(22 KB)
- Uppskot til váttanarskjal til lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar.docx(21 KB)
- Váttanarskjal hjá Finanstilsynet til skaðatryggingarfeløg
Møguligar viðmerkingar til uppskotið skulu vera Tryggingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. apríl 2018.