09.10.2020

Tiltak um ÁKK og ÁKP hjá eftirlønarfeløgum

Tryggingareftirlitið skipaði tann 7. oktober 2020 fyri kunningarfundi á Hotel Hafnia fyri nevndarlimum, stjórum og viðkomandi starvsfólkum í lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum umframt grannskoðarum um ÁKK (árligt kostnaður í krónum) og ÁKP (árligur kostnaður í prosentum).

ÁKK/ÁKP er ein standardháttur fyri uppgerð av kostnaðum hjá kundum hjá lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum.

Framløgur vóru við Jan V. Hansen, varastjóra hjá Forsikring & Pension, Kasper Andersen, ráðgeva hjá Forsikring & Pension, Tina Lindberg Andersen, Senior Business Analyst hjá PFA, og Jesper Dan Jespersen, stats. auth revisor, EY og ráðgevi hjá Tryggingareftirlitinum.

Framløgurnar eru at finna her:

Framløgur