04.09.2020

Skrá fyri tøkniligt grundarlag fyri lívstryggingarvirksemi tøk

Tryggingareftirlitið hevur nú gjørt almenna skrá fyri tøkniliga grundarlag hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Skráin finst her.

Um skránna fyri tøkniligt grundarlag fyri lívstryggingarvirksemi

Fráboðanir av tøkniligum grundarlagi verða latnar av lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum.

Sambært § 14, stk. 1 í tryggingarlógini skal tøkniliga grundarlagið fyri lívstryggingarvirksemi og broytingar í hesum fráboðast Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi samstundis, sum grundarlagið o.a. verður tikið í nýtslu. Nærri reglur eru at finna í kunngerð um fráboðan av tøkniliga grundarlagnum o.a. fyri lívstryggingarvirksemi.

Sambært § 4, stk. 1 í kunngerð um fráboðan av tøkniliga grundarlagnum o.a. fyri lívstryggingarvirksemi er fráboðan av tøkniliga grundarlagnum o.a. fyri lívstryggingarvirksemi alment atkomiligt, tá ið tað er skrásett hjá Tryggingareftirlitinum. Tó kunnu ávís undantøk gerast sambært § 4, stk. 2-3 og §§ 5-6.

Skráin fyri tøkniligt grundarlag er fyri allar alment atkomiligar fráboðanir av tøkniliga grundarlagnum o.a. fyri lívstryggingarvirksemi. Fráboðanir síðani 1. januar 2019 eru tøkar á heimasíðu Tryggingareftirlitsins. Eldri fráboðanir kunnu fáast við at senda fyrispurning til Tryggingareftirlitið.