28.08.2015

Oyðubløð til hálvársfrásøgn 2015

Oyðubløðini eru nú tøk til at tøppa tøl úr hálvársfrásagnum inn.

Talan er um oyðubløð til lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, skaðatryggingarfeløg og samtøkur. Hvør fíla inniheldur fíggjarstøðu, rakstrarroknskap og 5-ára yvirlit.

Tá ørkini eru opnað frá heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum, er neyðugt at goyma fíluna á egnariteldu ella teldukervi. Og síðani tøppa tølini inn. Tað ber ikki til at goyma fíluna á heimasíðuni á Tryggingareftirlitinum ella at lata upplýsingarnar umvegis heimasíðuna hjá Tryggingareftirlitinum. Fílurnar skulu sendast við telduposti til tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo.

Ørkini kunnu ikki broytast og eru løst, soleiðis at bert kann tøppast inn í ljósabláupuntarnar. Neyðugt er at tøppa inn í allar puntarnar (tó ikki noturnar). Um eingin upphædd er fyri nevnda roknskaparpost, skal 0 tøppast inn.

Eru spurningar ella ivamál ber til at venda sær til Tryggingareftirlitið á tlf 356020.

Leinkja:

Oyðubløð árs- og hálvársfrásøgn