Oyðubløð til ársfrásøgn 2023
Oyðubløðini at nýta í sambandi við innlating av ársfrásøgn fyri 2023 eru nú løgd á heimasíðuna.
Talan er um oyðubløð til lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, skaðatryggingarfeløg og samtøkur. Hvør fíla inniheldur fíggjarstøðu, rakstrarroknskap og 5-ára yvirlit.
Tá ið ørkini eru opnað frá heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum, er neyðugt at goyma fíluna á egnari teldu ella teldukervi, og síðani tøppa tølini inn. Neyðugt er at tøppa tøl inn í allar teir ljósabláu puntarnar (tó ikki noturnar). Um eingin upphædd er fyri nevnda roknskaparpost, skal 0 tøppast inn.
Tað ber ikki til at goyma fíluna á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum ella at lata upplýsingarnar inn umvegis heimasíðuna. Fílurnar skulu sendast við telduposti til tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo
Eru spurningar ella ivamál ber til at venda sær til Tryggingareftirlitið á tlf. 356020.
Broyting í mun til undanfarna ár:
Skjølini eru óbroytt í mun til undanfarna ár, tó eru árstøl dagførd.