02.02.2011

Oyðubløð - árs og hálvársfrásøgn

Oyðubløðini eru nú tøk til at tøppa tøl úr árs- og hálvársfrásagnum inn.

Talan er um oyðubløð til lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, skaðatryggingarfeløg og samtøk. Hvør fíla inniheldur fíggjarstøðu, rakstrarroknskap og 5-ára yvirlit.

Tá ørkini eru opnað frá heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum, er neyðugt at goyma fíluna á egnari teldu ella teldukervi. Og síðani tøppa tølini inn. Tað ber ikki til at goyma fíluna á heimasíðuni á Tryggingareftirlitinum ella at lata upplýsingarnar umvegis heimasíðuna hjá Tryggingareftirlitinum. Fílurnar skulu sendast við t-posti til tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo.

Ørkini kunnu ikki broytast og eru løst, soleiðis at bert kann tøppast inn í ljósabláu puntarnar. Neyðugt er at tøppa inn í allar puntarnar (tó ikki noturnar). Um eingin upphædd er fyri nevnda roknskaparpost, skal 0 tøppast inn.

Eru spurningar ella ivamál, kunnu tit venda tykkum til Tryggingareftirlitinum á tlf 356020.

Leinkja:

Oyðybløð - árs- og hálvársfrásøgn