Kunning um tíðarfreist at lata inn ársfrásøgn
Grannskoðaða og aðalfundargóðkenda ársfrásøgnin skal sendast Tryggingareftirlitinum innan 1. mai sambært § 123 í tryggingarlógini. Hetta er sama tíðarfreist sum undanfarin ár.
Tryggingarlógin inniheldur ikki heimild til, at Tryggingareftirlitið kann útskjóta freistina fyri at góðkenna og lata inn ársfrásagnir, og í sambandi við korona-smittuna í Føroyum verða ikki settar serligar reglur í gildi um heimild at útseta freistir.
Tað er av størsta týdningi, at tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar brúka tilmælini hjá myndugleikunum í viðvíkjandi korona-smittuni eisini í sambandi við aðalfundir. Tilmæli í Føroyum er, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk.
Mælt verður til um aðalfundir:
- At tey feløg og grunnar, sum hava møguleika fyri at halda elektróniskan aðalfund, gera tað, um tað verður mett hóskandi fyri at minka um smittuváðan.
- At feløg og grunnar upplýsa um møguleikan at møta á aðalfundinum við fulltrúa ella at atkvøða við brævi.
- At persónar, sum ikki kunnu møta á aðalfundi, nýta møguleikan at møta við fulltrúa ella at atkvøða við brævi.