12.05.2020

Kunngerð um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum í sambandi við COVID-19 sett í gildi

Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálum hevur sett í gildi Kunngerð um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum í sambandi við COVID-19.

Kunngerðin loyvir tryggingarfeløgum, tvørgangandi eftirlønargrunnum og P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag at lata inn ársfrásøgn fyri 2019 í seinasta lagi 31. juli 2020. Tó skal tann av nevndini góðkenda ársfrásøgnin vera latin Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi 30. apríl 2020.

Kunngerðin er at finna her:

Kunngerð nr. 56 frá 6. mai 2020 um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum í sambandi við COVID-19.