09.11.2023
Frágreiðing um hvítvaskeftirlit á Føroya Realkreditstovni
Tryggingareftirlitið var í oktober 2022 á eftirlitsvitjan á Føroya Realkreditstovni. Eftirlitið varð framt við heimild í § 37 í hvítvasklógini.
Føroya Realkreditstovnur veitir vinnulán til nýbygging, umbygging, keyp og sølu umframt umfígging við veð í førum og flótandi eindum við heimstaði í Føroyum.
Eftirlitið fevndi um fyrisitingina hjá stovninum innan hvítvaskøkið, undir hesum váðameting og innanhýsis leiðreglur v.m.
Samanumtikið metir Tryggingareftirlitið, at Føroya Realkreditstovnur yvirskipað lýkur krøvini í lógini og at váðagreiningin er væl skipað, tó metir eftirlitið, at Føroya Realkreditstovnur kann lýsa og nágreina einstakar váðar betur og styrkja leiðreglurnar. Tryggingareftirlitið hevur ikki aðrar viðmerkingar.