30.01.2024

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðirnar hjá Tryggingareftirlitinum um ikki at góðkenna tveir persónar sum nevndarlimir í einum tryggingarfelag

Vísandi til kunning frá Tryggingareftirlitinum 11. mai 2022, tók Tryggingareftirlitið  tann 7. desember 2021 avgerð um, at tveir persónar ikki kunnu verða góðkendir sum nevndarlimir í einum tryggingarfelag, sbrt. § 49, stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.

Tryggingareftirlitið metti, út frá eini heildarmeting av viðurskiftunum í málunum, at persónarnir, sum ávikavist nevndarformaður og nevndarlimur í einum øðrum tryggingarfelag, áður høvdu sýnt ein atburð, ið gav orsøk til at halda, at hesir ikki fóru at røkja uppgávuna sum nevndarlimir á fullgóðan hátt. Tískil kundi Tryggingareftirlitið ikki góðkenna persónarnar.

Kunnað varð eisini um, at avgerðirnar vóru kærdar til Vinnukærunevndina.

Føroya Kærustovnur hevur tann 24. apríl 2023 tikið avgerð um at staðfesta avgerðirnar hjá Tryggingareftirlitinum.

Avgerðirnar hjá Føroya Kærustovni eru almannakunngjørdar 15. desember 2023, og tær kunnu lesast her:

Mál nr. 22/02079

Mál nr. 22/02800