10.06.2014
Eftirmeting av vitan og royndum hjá nevndum í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum
Tryggingareftirlitið hevur tann 26. mai 2014 sent tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum endaligar vegleiðingar og oyðubløð at eftirmeta vitan og royndir hjá nevndum í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum.
Vegleiðingarnar og oyðubløðini eru meinlík teimum, ið vóru send til hoyringar tann 20. desember 2013.
Øll tryggingarfeløg og eftirløngargrunnar skulu í seinasta lagi innan 1. oktober 2014 lata Tryggingareftirlitinum skjalprógv fyri, at nevndin hevur livað upp til kravið um eftirmeting.
Niðanfyri eru vegleiðingar og oyðubløð:
Skaðatryggingarfeløg
Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar