16.12.2024

Benchmark fyri livitíðarfortreytir fyri tíðarskeiðið 31. desember 2024 - 30. desember 2025

Tryggingareftirlitið hevur dagført benchmark fyri livitíðarfortreytir.

Benchmarkið er gjørt eftir teimum somu meginreglunum sum undanfarna benchmark fyri livitíðarfortreytir.

Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið ikki kunnu skjalprógva, at annað er sannlíkt, skulu brúka livitíðarbenchmarkið, ið danska Fíggjareftirlitið hevur almannakunngjørt tann 27. september 2024.

Harumframt skulu feløgini leggja upp fyri, at menn og kvinnur í Føroyum liva ávikavist 0,6 og 1,1 ár longri enn í Danmark.

Dagførda benchmarkið fyri livitíðarfortreytir skal nýtast í sambandi við uppgerð av avsetingum í ársfrásøgnini fyri 2024.

Les meira her:

Notat om fastsættelse af det færøske benchmark for levetidsforudsætninger for livsforsikringsselskaber og pensionskasser

Levetidsmodel | Finanstilsynet