21.12.2022
Benchmark fyri livitíðarfortreytir fyri tíðarskeiðið 31. desember 2022 - 30. desember 2023
Tryggingareftirlitið hevur dagført benchmark fyri livitíðarfortreytir.
Benchmarkið er gjørt eftir teimum somu meginreglunum sum undanfarna benchmark fyri livitíðarfortreytir.
Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið ikki kunnu skjalprógva, at annað er sannlíkt, skulu brúka livitíðarbenchmarkið, ið danska Fíggjareftirlitið hevur almannakunngjørt tann 30. september 2022.
Harumframt skulu feløgini leggja upp fyri, at menn og kvinnur í Føroyum liva ávikavist 0,9 og 1,0 ár longri enn í Danmark.
Dagførda benchmarkið fyri livitíðarfortreytir skal nýtast í sambandi við uppgerð av avsetingum í ársfrásøgnini fyri 2022.
Les meira her: