30.01.2024

Avtala um betri kunning til kundan um kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing

Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðið gjørt eina sínámillum avtalu um betri kunning til tann einstaka kundan um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing.

Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda “Omkostningshenstillingen” frá áhugafelagnum Forsikring & Pension, F&P.

Avtalan merkir, at einaferð um árið skal felagið á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka eftirlønarkundan um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.

Les felags tíðindaskriv um avtaluna frá feløgunum og Tryggingareftirlitinum her:

Les avtaluna her: ÅOK/ÅOP aftale END 15 09 2023

Les F&P omkostningshenstilling her: LP-information 3/23