Avgerðir um ikki at góðkenna tveir persónar sum nevndarlimir í einum tryggingarfelag, sbrt. § 49, stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
Tryggingareftirlitið hevur tann 7. desember 2021 tikið avgerð um, at tveir persónar ikki kunnu verða góðkendir sum nevndarlimir í einum tryggingarfelag, sbrt. § 49, stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Málini hava frammanundan verið løgd fyri Tryggingarráðið, sbrt. § 191, stk. 4, nr. 1, og verða almannakunngjørd sbrt. § 201 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Tryggingareftirlitið metti, út frá eini heildarmeting av viðurskiftunum í málunum, at persónarnir, sum ávikavist nevndarformaður og nevndarlimur í einum øðrum tryggingarfelag, áður hava sýnt ein atburð, ið gevur orsøk til at halda, at hesir ikki fara at røkja uppgávuna sum nevndarlimir á fullgóðan hátt. Tískil kundi Tryggingareftirlitið ikki góðkenna persónarnar.
Tryggingareftirlitið hevur í síni meting m.a. lagt dent á, at tryggingarfelagið í áravís hóast fleiri royndir ikki megnaði at lúka fleiri av teimum boðum, ið Tryggingareftirlitið hevði givið aftaná eina eftirlitsvitjan, og at tryggingarfelagið ikki helt tíðarfreistir fyri at lata inn ársfrásøgn og grannskoðanarprotokol. Harumframt var nevndin ikki nóg virkin í tilgongdini at meta um egnan váða og solvens (ORSA), og nevndin helt ikki sína skyldu at tryggja eina virkisføra váðastýrings- og eftirlitsskipan við rættstundis at skipa tær fýra lógarkravdu lyklafunktónirnar.
Les ein samandrátt av avgerðunum her (pdf)
Avgerðirnar eru staðfestar av Føroya Kærustovni