Avgerð um ikki at góðkenna persón sum nevndarlim í tveimum tryggingarfeløgum, sbrt. § 49, stk. 2 og stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
Tryggingareftirlitið hevur tann 28. november 2022, eftir at málið varð lagt fyri Tryggingarráðið, tikið avgerð um, at ein persónur ikki kann verða góðkendur sum nevndarlimur í tveimum tryggingarfeløgum, sbrt. § 49, stk. 2 og stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Tryggingareftirlitið metti, út frá eini heildarmeting av viðurskiftunum í málinum, at persónurin við at gerast nevndarlimur í tryggingarfeløgunum áðrenn 2-ára bannið í § 22 c, stk. 1 í grannskoðaralógini er farið úr gildi, hevur sýnt ein atburð, ið ikki er sambæriligur við tey krøv, ið sett verða til heiðursemi hjá nevndarlimum sambært § 49, stk. 2 og stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Viðkomandi hevur heldur ikki borið seg at á ein hátt, sum tryggjar og varðveitir álit samfelagsins á tryggingarfeløgini og á tryggingargeiran sum heild.